Í løtuni er luftin í London óvanliga illa dálkað, og sjálvur borgarstjórin í býnum ávarar nú fólk ímóti luftini.
- Luftin er so illa dálkað, at eg kenni meg noyddan at ávara um tað. Vit eru á hægsta ávaringarstigi, og fólk mugu taka stig til at verja seg ímóti dálkingini, sigur Sadiq Kahn.
Sambært BBC hevur London eina rímiliga nýggja ávaringarskipan um luftdálking, og dálkingin í løtuni er tann ringasta í seks ár. Skipanin hevur 10 ávaringarstig, og í løtuni er luftdálkingini á hægsta stigi í skipanini.
Serfrøðingar siga, at stilla veðrið og óvanliga nógvi roykurin frá brenniovnum í býnum hava dálkað luftina so illa.










