Sjúrður Olsen og Teis Horn Rasmussen hava saman við liðfeløgunum í Tønder verið fyri nógvum teprum tapum uppá eitt og tvey mál í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Í dag koppaði tað endiliga til Sjúrð, Teis og hinar í Tønder, ið vann 33-32 á Vendsyssel á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 17-17.
Føroyingarnir hjá Tønder gjørdu góðan mun í málskjótingini. Sjúrður skoraði seks mál og Teis skoraði fimm mál.
Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ snávaðu í oddastríðnum við at tapa greitt 31-38 fyri Roskilde á útivølli. Roskilde var á odda 19-17 í steðginum. Rói skoraði trý mál fyri HØJ, ið nú er trý stig aftanfyri oddaliðið, Midtjylland.
Brandur Halgirsson fekk tvær útvísingar og gjørdi sítt í verjuspælinum hjá Ajax, ið spældi javnleik 25-25 móti FIF á útivøllli. Í steðginum var FIF á odda 15-13.
Komandi leygardag tekur Tønder móti Roskilde. HØJ tekur sama dag móti FIF á heimavølli, og Ajax tekur móti oddaliðnum, Midtjyllandi.
Í morgin klokkan 14 spæla Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Odder móti Sydhavsøerne á útivølli.
| Nr | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 14 | 26 |
| 2 | HØJ | 14 | 23 |
| 3 | Team Sydhavsøerne | 13 | 19 |
| 4 | Grindsted GIF | 14 | 19 |
| 5 | Ajax | 14 | 15 |
| 6 | IK Skovbakken | 14 | 14 |
| 7 | HEI Skæring | 14 | 12 |
| 8 | TM Tønder | 14 | 11 |
| 9 | Odder | 13 | 10 |
| 10 | Roskilde | 14 | 10 |
| 11 | Vendsyssel | 14 | 9 |
| 12 | Otterup HK | 13 | 9 |
| 13 | FIF | 14 | 8 |
| 14 | HC Odense | 13 | 7 |











