Tað hevur verið heldur langt ímillum snapsirnar hjá tí roynda málrevinum, Jón Krosslá Poulsen, sum spælir við Víkingi. Jón Krosslá Poulsen fekk eisini eina ringa byrjan við einum keðiligum arbeiðsskaða fyrr í ár.
Í dag bragdaði aftur hjá vágbinginum, og givið er, at hann er sera fegin um at verða komin á máltalvuni fyri Víking aftur. Jón Krosslá Poulsen sigur seg ikki uppliva forvæntningstrýstið, sum nakað neiligt. Spælir ein við einum størri felagi, so má ein góðtaka at krøv verða sett til avrik og úrslit.
Men Jón Krosslá Poulsen heldur talan verða um spennandi dagar í Víkingi. Vinna teir á ÍF komandi fríggjakvøld verða teir bert eitt stig aftanfyri KÍ, og so er trýst á KÍ, tá klaksvíkingar skulu spæla ímóti HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum Rás2 gjørdi við Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði fimta málið hjá Vìkingi, tá Víkingur fyrr í dag vann 5-1 á B68.