Lokalur málskjútti heldur fram á Argjum

1.deild menn: AB er í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár

Á Argjum eru tey væl áleiðis at fyrireika komandi kappingarár. Spælarar sum Heðin Stenberg, Dánjal Danielsen, Gunnar Reynslág, Rógvi Skála og Beinir Ellefsen hava gjørt sáttmálar fyri komandi kappingarár.

 

Nú hevur lokali framherjin, 22 ára gamli Bartal Skaalum Petersen, eisini bundið seg til komandi kappingarár. Hann hevur veirð partur av besta liðnum hjá AB í eina tíð, men enn hevur hann ikki fingið sítt gjøgnumbrot.

 

- Hann hevur verið fastur fúsur í bestaliðshópinum í nógv ár eftirhondini, hóast føðibrævið sigur, at hann ikki er meira enn 22 ára gamal. Hóast unga aldurin, so verður komandi kappingarár áttanda árið hjá Bartali í bestaliðshópinum hjá AB. Hann spældi sínar fyrstu dystir í uppflytingarárinum 2017, har AB vann 1. deild. Tilsamans hevur Bartal spælt heili 128 dystir fyri AB. Bert níggju spælarar hava fleiri dystir á besta liðnum, skrivar AB og leggur afturat:

 

-Í ár hevur leiklutin hjá Bartali í størstan mun verið sum innskiftari, men næsta ár kunnu vit ivaleyst vænta, at tað verða fleiri minuttir til framherjan av Argjum. Og vónandi spælir kappingarárið líka væl av sum í 2017, tá ið AB vann sær sannførandi uppflyting úr 1. deild upp í bestu deildina.

 

AB manglar enn at seta venjara fyri komandi kappingarár.