Lokabrøgd landsstýrisins

Hergeir Nielsen

Landsstýrið hevur nú eisini lagt seg út í kommunuvalið í Suðuroynni.
Í Sosialinum verður í gjár, eina lítla viku undan valinum, boðað frá, at landsstýrið hevur slept ætlanini um at byggja miðnámsskúlan í Vági.
Raðfestingin av at byggja miðnámsskúla í Suðuroy sum tann fyrsta var gjørd longu fyri fimm árum síðan, og málið hevur staðið á løgtingsfíggjarlógini við smærri játtanum síðan 2001.
Fleiri avtalur eru virknar millum land og kommunu, arkitektakapping hevur ver-ið, og 6 til 8 mió.kr. eru higartil brúktar til endamálið.
Býráðið hevur í neyvum samstarvi við mentamálaráðið lagt nógva orku í hetta mál og goldið væl av skattaborgarans peningi fyri eina almenna ætlan, sum Sosialurin nú boðar frá, at landsstýrið ætlar sær at loypa frá.
Landsstýrið trokar alla fyrisitingarliga siðvenju og alla almenna sømiligheit til viks, tá tað hástórt og í blómandi betrivitan sigur við kommunurnar í Suðuroynni, at tær nú í felag skulu byggja eitt ellis- og røktarheim á einum øki í Vági, sum Vágs kommuna hevur lagt út til annað endamál enn ellis- og røktarheim.
Hevur nakar hoyrt so skapt?
Harafturat bíleggur Sosialurin sum fjølmiðlaráðgevi landsstýrisins eina mynd frá einari lýsingarfyritøku, sum so prýðir hetta loftkastelli hjá teimum ráðandi.
Ella er talan um úrslitið av einari fjaldari arkitektakapping?

Traðka býarskipanina undir føti
Í Vági er eins og í øðrum kommunum ein býarskipan galdandi. Økið vesturi við Vatnið er sambært býarskipanini lagt út til alment endamál, herundir ungdóms-, mentanar-, skúla- og ítróttarendamál, meðan lendið til ellis- og røktarheim liggur heilt úti í hinum endanum av býnum.
Hesa ætlan kommununar leggur landsstýrið vertin í. Valdið er stigið høgu harrunum í Havn til høvdið, og nærdemokrati er ein býur í Kina í teirra verð.
Man nøkur onnur kommuna í landinum fáa tílíka viðferð frá landsins stýri?
Friðingarmyndugleikarnir hava givið loyvi til at byggja skúla samsvarandi byggisamtyktini fyri Vágs kommunu og ikki til bygging av nøkrum øðrum enn einum skúla.
Arkitektakapping hevur verið um bygging av einum skúla á júst hesum staðnum, og vinnandi úrslitið var treytað av, at skúlin lá júst í hesum landslagnum og ikki nakra aðrastaðni.
Ein løgtingslóg er samtykt, sum heimilar júst hesi bygging á hesum stað.
Ein samtykt er gjørd av Vágs kommunu um bygging av júst hesum skúlanum á júst hesum staðnum.
Ein long røð av øðrum formalitetum eru loknir fyri at fáa málið undir land.
Í góðum samstarvi mill-um land og kommunu er hetta trý ára gamla málið komið undir land, og klárt er at seta formarnar upp.
Men so kemur kinkur í.
Parlagið, Johan Dahl og Hendrik Old, sigur seg í fleiri felags greinum ætla nakað annað enn tað, sum land og kommuna hava samstarvað um í fleiri ár og hava fingið undir land.
Hetta er forrestin sama parið, sum legði fram lógaruppskot um Vágs havn, _ ár eftir at lóg var samtykt um sama mál.
Málið um Vágs havn noyddust teir sjálvandi at taka aftur 3 mánaðir seinni, og nú royna teir so á øðrum sinni at forpurra einum máli, sum aðrir hava bygt upp.

Divide et impera
"Deil og ráð" segði Louis 11. einaferð í miðøldini. Somu uppskriftina brúktu Philip av Makedonia, Machiavelli og aðrir meiri og minni góðir menn.
Setið bygdaløgini upp móti hvørjum øðrum. Røkkur hetta ikki, so setið bygdir og kommunur upp móti hvørji aðrari, vilt tú ráða.
Hetta er karráði leikurin, ið fer fram í løtuni, og suðringar skulu koma at nísta og pípa, júst so sum helvtin av parlagnum hótti við undir viðgerðini av fíggjarlógini.
Spjaðing og sundurlyndi var uppskriftin fyri hundraðtals árum síðan, og hon tykist gott latín enn tann dag í dag.
Kommunurnar í Suðuroynni stóðu ikki saman um at byggja eina skúlastovu til eitt meginbókasavn, tí málið kom úr erva - segðist.
Hendan uppíleggingin kemur so sanniliga eisini úr erva, og als eingin trygd er fyri, at kommununar leita saman um at byggja felags ellis- og røktarheim í Vági júst nú. Tvørturímóti.
Harafturat verður sjálvandi lag á manni at fáa kommunurnar at bresta saman um hvørjumegin ánna ein skúlabygningur skal vera.
Harafturat er tað tað reina pipp at tosa um ein almanna- og heilsuskúla sum miðnámsskúla fyri 20-25 milliónir. Hesin skúli er ikki nær náminda skyldur við nakran miðnámsskúla.
Skjótt er spjaðingin so stór, at als einki verður bygt í Suðuroynni.
Og her eru vit so frammi við yvirskipaða málið í kollrenningini av miðnámsskúlanum í Vági. Einum skúla, sum kostar 6-8 mió.kr. higartil, og sum er klárur at bjóða út.
Endamálið er at sáða split og ósemjur í einum máli, sum er komið undir land, og so geva teimum lokalu skyldina fyri, at einki spurdist burturúr.
Er nakar veruligur áhugi fyri at byggja ellis- og røktarheim í Suðuroy nú, so eigur eitt tílíkt felags kommunu- og landsmál at takast upp á einum felags fundi, og haðani eiga felags avtalur at vera stungnar út í kortið.
Tílíkur fundur hevur ikki verið, tí eingin veruligur vilji er fyri at loysa eitt tílíkt mál her og nú.
Í staðin fyri at gera nakað veruligt til nyttu herjar nú landsstýrið við Sosialinum sum fjølmiðlaráðgeva á lokalsamfelagið í vikuni uppundir val.
Málið er at spjaða og ráða.
Vónandi lata suðringar seg ikki taka av fótum av eini so karráðari herferð sum hesari.