Her hevur skipið ligið til bryggju, samstundis sum ein rættiliga stór og umfatandi umbygging er framd umborð.
Nú fer skipið til Týsklands, har seinasta hond skal leggjast á arbeiðið, áðrenn gamla Norröna kann brúkast til tað hon var ætlað til, nevniliga eitt flótandi trúboðaraskip.
Umborð verða fleiri hølir til ráðstevnur eins og ein bókahandil, sum man teljast millum heimsins størstu.
Tað er trúboðarafelagsskapurin Operation Mobilisation sum eigur Logos Hope. Fleiri føroyingar fara helst at verða við hesum skipinum í framtíðini.
Til ber at fylgja við siglingini umvegis eitt vevmyndatól á heimasíðuni www.omships.org/webcam/