- Vit eru eisini vónbrotin, verður sagt av høvuðsskrivstovuni hjá OM í Danmark.
At vitjanin ikki verður veruleiki sum ætlað hevur sínar orsøkir:
Fólk innan OM-felagsskapin meta, at umstøðurnar umborð ikki enn eru heilt nøktandi til eina so stóra vitjan.
- Tí kann Logos Hope ikki vera hóskandi karmur um eina almenna vitjan, sum vit annars miðaðu fram ímóti, verður sagt.
Hinvegin er ætlanin at Logos Hope skal leggja at við bryggju við bryggju í Køge, ið liggur beint sunnanfyri Keypmannahavn.
Hetta hendir 17. juni og í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, eins og fólk fáa høvið at vitja umborð á gomlu Norrönu.
Eingin orsøk er at skunda sær umborð, tí skipið verður liggjandi í Køge fram til 20. august.









