Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, har mælt verður til at broyta uppgerðarháttin til kommunuval, d'Hont, so at tað verður tann sami sum til løgtingsval, størsta brøk. Tað upplýsir Heilsu- og Innlendismálaráðið.
Tað kann tykjast ikki at hava nakran serligan týdning, men tá nýggi uppgerðarhátturin, størsti brøkur, verður brúktur at uppgerða seinastu kommunuval, tá d'Hont varð brúktur, so verður mandatbýti øðrvísi í fimm kommunum. Millum annað hevði Javnaðarflokkurin ikki fingið reinan meiriluta í Tórshavnar býráð.
Í teimum smærri kommunum er tað bara í Hvannasunds kommunu, at broytti uppgerðarhátturin hevði broytt støðuna. Listi B, ið fekk ein bygdaráðslim til seinasta val, hevði mist limin, og í staðin hevði listi A fingið allar bygdaráðslimirnar.
Í Fuglafjarðar kommunu hevði valdsbýtið broytt soleiðis, at listi D, ið fekk fimm limir, hevði fingið fýra limir, meðan listi B, ið fekk tveir, hevði fingið tríggjar. Listi A hevði óansæð uppgerðarhátt fingið tveir limir.
Á Tvøroyri hevði Javnaðarflokkurin styrkt um sína støðu. Listi K hevði nevniliga mist sín eina lim, sum í staðin hevði verið lutaður til lista C, Javnaðarflokkin. Harvið hevði Javnaðarflokkurin havt fimm út av sjey limum, meðan listi A hevði havt tveir limir.
Eisini í Klaksvík hevði Javnaðarflokkurin staðið sterkari við broyttum uppgerðarhátti. Fólkaflokkurin hevði nevniliga mist ein av sínum limum til Javnaðarflokkin, so at listi A hevði fingið fýra limir, meðan listi C hevði fingið tveir limir.
Í høvuðsstaðnum eydnaðist tað Javnaðarflokkinum at vinna reinan meiriluta til síðsta val, men við nýggja uppgerðarháttinum hevði flokkurin fingið seks limir í staðin fyri sjey limir, og harvið mist meirilutan. Í staðin hevði Sambandsflokkurin fingið ein lim aftrat.

Lógaruppskot kann fáa týdning kommunuval





