Tá bygginevndin fyri nýggja miðnámsskúlan í Marknagili byrjaði sítt arbeiðið í 2007 vóru tað teir báðir sjálvsognarstovnarnir Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn, sum skuldu byggja sær nýggjan skúla, við stuðuli frá tí almenna.
Stjórarnir báðir gjørdu fyri stýrunum greitt, at uppgávan var so stór, at teir vildu gjarna hava eina samsýning fyri at sita í bygginevndini, og hetta varð teimum eftirlíkað. Teir skuldu fáa 175.000 krónur. Sum nevnt í aðrari grein fyrr í morgun, snýr stríðið seg í høvuðsheitum um, hvørt hesar 175.000 vóru ein eingangsupphædd ella ein árlig samsýning.
Eitt annað, sum eisini gruggar málið, er, at í 2008 verður byggiætlanin fullkomiliga kollvelt. Føroya Studentaskúli gerst partur av byggiætlanini, sum veksur ómetaliga nógv í vavi. Fíggjarætlanin fyri byggingina veksur úr 150 milliónum upp í 515 milliónir. Og kanska týdningarmest av øllum, nú eru tað ikki sjálvsognarstovnarnir, ið byggja sær ein skúla, men landið, ið byggir sær ein miðnámsskúladepil, sum við tíðini fer at føra til, at sjálvsognarstovnarnir verða avtiknir.
Hendan lógarbroyting kemur í gildi í mai 2008, og hevur við sær ávísar broytingar í bygginevndini. Stjórarnir báðir verða sitandi í nevndini, men útgjaldið av samsýningini hjá Egoni Øregaard steðgar, tí stýrið fyri Tekniska skúla metti, at nú varð gamla avtalan farin úr gildi, hóast Egon Øregaard enn sat í bygginevndini. Útgjaldið til Reidar Nónfjall helt tó á.
Ein partur av rættarmálinum hevur snúð seg um, hvørja ávirkanin hendan lógarbroytingin hevur fyri avtaluna um samsýning.
Stýrið fyri Handilsskúlan vil vera við, at av tí at talan er um eina nýggja verkætlan, er eisini talan um eina nýggja nevnd, og tí burdi verið Reidari Nónfjall greitt, at gamla avtalan var farin úr gildi. Sakførarin legði eisini fram skjøl sum vístu, at Egon Øregaard og Reidar Nónfjall hava spurt seg fyri hjá Mentamálaráðnum um, hvør samsýningin var, fyri at sita í bygginevndini, og hetta skilir stýrið fyri Handilsskúlan sum, at Reidar Nónfjall hevur skilt, at onkrar broytingar mugu fylgja lógarbroytingini. Svarið frá Mentamálaráðnum var, at teir kundu fáa fundarpengar, men at uppgávan annars var at meta sum partur av starvinum.
Reidar Nónfjall kunnaði tó aldrin stýrið fyri Handilsskúlan um sín fyrispurning til Mentamálaráðið, men helt fram við gomlu avtaluni, sum hann metir gav honum rætt til 175.000 krónur um árið. Stýrið fyri Handilsskúlan vil vera við, at samtyktin als ikki sigur, at samsýningin er áhaldandi, og at Reidar Nónfjall tí handlar óforsvarligt, tá hann heldur áfram at gjalda sær samsýning eftir gomlu avtaluni, heldur enn at biðja stýrið um eina nýggja samsýningaravtalu. Reidar Nónfjall, sigur stýrið, hevði tí ikki heimild at gjalda sær sjálvum 175.000 krónur um árið í samsýning heilt fram til 2011.
Stýrið stiðjar seg eisini til eina avgerð frá Fíggjarmálaráðnum, sum sigur, at eingin avtala um samsýning fyriliggur fyri tíðina eftir lógarbroytingina í 2008.
Verjin hjá Reidari Nónfjall er sum vera man ósamdur við mótpartinum. Hann vísir á, at hóast ein nevnd skiftir samanseting og formann, so er talan um somu nevnd. So hóast bygginevndin skiftir samanseting og formann eftir at tað almenna gerst partur av byggiætlanini í Marknagili, so er talan framvegis um somu bygginevnd og tí er eingin orsøk hjá stjóranum at halda, at avtalan við stýrið um samsýning tørvar at broytast.