Lógarbrot eigur at fáa fylgjur

Tað eigur at fáa fylgir, tá ein landsstýrismaður brúkar almennar pengar í heimildarloysi.

Tað eigur at fáa fylgir, tá ein landsstýrismaður brúkar almennar pengar í heimildarloysi.

 

Tað heldur Bjørn á Heygum, advokatur.

 

Hann vísir á, at nú verður roynt at grugga málið við at blanda saman ymsar lógir. Av tí at landsstýrismaðurin ikki hevur framt brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna, so er niðurstøðan hjá løgmanni og Sambandsflokkinum, at hann ikki skal ábyrgjast fyri at hava framt brot á bæði játtanarlóg og stýrisskipanarlóg.

 

Bjørn á Heygum vísir á, at tá tað snýr seg um brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna, so er talan um revsing, og tá skulu vera skerpandi umstøður.

 

Men tá tað snýr seg um brot á stýrisskipanarlóg og játtanarlóg er talan um politiskar avleiðingar fyri landsstýrismannin.

 

– Tað er púra greitt, at Johan Dahl hevur framt brot á hesar lógirnar og hevur brúkt almennar pengar í heimildarloysi. Tað eigur at fáa politiskar avleiðingar, heldur Bjørn á Heygum.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Bjørn á Heygum.