Johan Dahl, løgtingsmaður
Sum limur í uttanlandsnevndini átti Jenis at hildið seg til teirri kunning, hann hevur fingid í nevnda málið, sum hann nú endurgevur í bløðunum vid orðingum úr Útvarpinum.
Tað er rætt, at Loftrúmið er danskt málsøki og harvid ikki yvirtikið av okkum at umsita, - men hví bleiv tað danskt málsøkid upprunaliga ??
Jú, - tí at loysingarsamgongan, sum sat í 1963 bað danir um at umsita loftrúmið, tí føroyingar ikki høvdu førleikan tá til tað, og síðani hava danir gjørt tað umvegis samstarvsavtalu vid íslendskar loftferðslumyndugleikar.
Danskir myndugleikar hava nú boðið sær til at seta nýggja radartøkni upp á Sornfelli, uttan kostnað fyri Føroyar,,og at tað er uttan kostnað, er fyrst og fremst, tí tað er danskt málsøki, og í aðru syftu hetta tí at ICAO endurrindar tann kostnaðin, sum tengdur er at etablera radarin, sum vanligt er eisini aðrastaðni.
Meirilutin í uttanlandsnevndini hevur, sum Jenis eisini veit, í skrivi til løgmann sagt, at vit vilja samstarv í hesum nevnda sambandi. Og eisini gjørt vart vid, at um møguligt er at nýta føroyingar, ið hava førleika til at taka sær av arbeiðinum, at passad radaran, at tad so eisini verdur umhugsað at nýta hesa arbeidsmegi.
Í samband vid eina eventuella yvirtøku av loftrúminum , so hevur meirilutin í uttanlandsnevndini eisini áður í vár heitt á løgmann í samband vid ráførslu, um at kanna fyrimunir og vansar og inntøkur og kostnað av at yvirtaka loftrúmið, og er hetta eisini kunnað í løgtinginum at Bjarni Djurholm sum hevur málsøkið og kannar hesi viðurskifti í løtuni.
So Jenis, - hví lýsa málid á tann hátt tú ger ??
Loftrúmsmálið og radarin er als ikki so ”fordækt” sum Jenis og Midflokkurin vil gera tad til.