Loftmiðlar mugu fylgja við tøkniliga

? Um vit skulu hava almennar loftmiðlar, so mugu teir eisini verða við í tøkniligu menningini, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum, legði beint undan freistini fyri framløgu í løgtinginum eitt uppskot fram um digitalisering av almennu loftmiðlunum.
Í uppskotinum verður staðfest, at fram til 2008 skulu brúkast 20 milliónir krónur til at moderniserað tøknina hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum.
? Um vit skulu hava almennar loftmiðlar, so mugu teir eisini verða við í tøkniligu menningini, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður við mentamálum.
? Digitaliseringin í Útvarpinum og Sjónvarpinum byrjaði fyri fleiri árum síðani. Útvarpið er komið nakað longri enn Sjónvarpið, men nú skal arbeiðið gerast liðugt. Tað verður mett, at stovnarnir klára ikki hesa útbyggingina sjálvir, og tí er neyðugt við serligari játtan.

Neyðugar útbyggingar
Jógvan á Lakjuni vísir á, at fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur kravt at fáa eina meira neyva ætlan fyri útbyggingarnar í Útvarpinum og Sjónvarpinum, um pengar skulu játtast á fíggjarlógini, og tað er fyri at lúka hetta krav, at nýggja lógaruppskotið er lagt fyri tingið.
Løgtingið hevur játtað fimm milliónir krónur til útbyggingarnar í 2005 við teirri treyt, at eitt lóg verður løgd fyri løgtingið, og tað er hon nú.
? Alt gongur móti digitalisering, og tí eru útbyggingarnar hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum neyðugar, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður.