Løn undir útbúgving - eina jaliga ávirkan á, at fleiri søkja inn á heilsuskúlan

Meðan tað í  nøkur ár hevur verið heldur soltið við tilmeldingum til heilsuskúlan, síggja vit nú, at støðan er broytt. Umsóknirnar í ár seta met. Meðan tað í fjør bert vóru 10 umsóknir, eru heili 45 umsóknir komnar higartil í ár, og enn væntast fleiri.  Hóast ongar kanningar og beinleiðis spurningar hava verið til tey, sum hava søkt, um hvat orsøkin er til øktu tilgongdina, so kunnu vit staðfesta, at tað er blivið meiri áhugavert at lesa til heilsuhjálpara og heilsurøktara.

 

Tað eru fleiri viðurskifti, sum peika rætta vegin fyri hesar fakbólkar, viðurskifti, sum samgongan setti sær fyri at bøta,  eitt nú lønarískoytið, lønarhækkanin og skattalættin, sum nettupp hesir bólkar hava fingið ágóðan av.

 

Men tað tykist eisini serliga at vera løn undir útbúgving, sum veruliga hevur havt ein avgerandi leiklut, at kvinnur og nú eisini menn ynskja at taka eina útbúgving innan hesi fakøki, har tey samstundis kunnu fáa løn.

 

Øll vita, at tú setur livistøðið eitt sindur niður meðan tú lesur, men at tú nú fer at kunna taka eina útbúgving sum heilsuhjálpari, heilsurøktari og námsfrøðihjálpari við løn, spælir avgjørt ein viðvirkandi leiklut nú alsamt fleiri ynskja at taka hesar útbúgvingar. Vit skulu minnast til, at hetta eru í flestu førum eisini fólk við uppihaldsskyldu, sum hevur verið ein fíggjarlig forðing fyri tey at fara undir útbúgving.  Hetta hevur í fleiri ár verið gjørt fyri handverkligu útbúgvingarnar, og nú verður hetta eisini gjørt fyri nakrar fakbólkar, sum vit hava tørv á á heilsu- og umsorganarøkinum.

 

Við støði í samgonguskjalinum, so er lógin um løn undir útbúgving komin í tingið. Tað er breið semja um hetta í samgonguni, og vónandi verður málið samtykt av einum samdum tingið í hesi tingsetuni. Talan er um, at tann lesandi  skal gera ein sáttmála við eitt starvspláss, tað kann vera eitt ellisheim í eini kommunu, sum rindar tí lesandi løn, síðan kann arbeiðsgevarin  fáa lønarendurgjald frá landskassanum. Lønarendurgjaldið er 80% av minstulønini fyri starvsfólk undir útbúgving sambært galdandi sáttmála á arbeiðsmarknaðinum, frítíðarískoyti íroknað.

 

Skipanin við løn undir útbúgving minnir um skipanina fyrst í 00 unum, tá ið man ynskti at útbúgva heimahjálparar til heilsuhjálparar. Tað var ein skipan frá 2001-2005,  tá ið heimahjálparar kundu fáa løn undir útbúgving á heilsuskúlanum. Flokkarnir á skúlanum vóru fullir á hvørjum ári, og stórur áhugi var fyri at lesa til heilsuhjálpara og siðan til heilsurøktara, og nógv bendir á, at samgongan ger rætt at fara aftur til hesa skipan,  fyri at fáa fólk at taka hesar vitalu útbúgvingar. Tað er neyðugt at hava fakligheit  á umsorgarnarøkinum  og serliga á eldraøkinum,  tí  vit hava við eldri fólk at gera, sum ofta eru  røktarsjúklingar. Taka vit td heilsuhjálpararnar so er umleið helvtin tvs eini 400 starvsfólk á eldraøkinum ófaklærd umframt at talan er um ein eldri starvsfólkahóp, og tað er als ikki ein nøktandi støða. Herilsuhjálparafelagið hevur í nógv ár gjørt vart við hesa ótolandi støðu og heittu longu  í 2017 á politiska myndugleikan um at fáa eina skipan við løn undir útbúgving.

 

Eg fegnist veruliga um, at lógin um løn undir útbúgving er komin í tingið,  men eg vil undirstrika, at  tað er alneyðugt, tá ið lógin kemur aftur úr nevnd, at vit tryggja, at allar 3 útbúgvingarnar, heilsuhjálparar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar fáa løn undir útbúgving samtundis, og at vit ikki taka dagar ímillum hesar útbúgvingar.

 

 

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi