##med2##
Formaðurin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, sigur á veg inn til stjórnarsamráðingar í dag, at tað skal setast eitt virðiligt punktum fyri minkamálið.
Tað hevur hann tvey uppskot til. Men hvørki teirra snýr seg um advokatkanning av leiklutinum hjá Mette Frederiksen, sum annars var eitt av krøvunum hjá Moderatunum í valstríðnum.
– Vit kunnu ikki skipa eina stjórn, sum byrjar við at gera eina løgfrøðisliga kanning av forsætisráðfrúuni, sigur Lars Løkke Rasmussen.
– Tað eru plástur, sum skulu skræðast av, sigur hann víðari um minkamálið.
Í staðin skjóta Moderatarnir upp, at minkaalarar, sum hava merkt sviðan eiga at fáa endurgjald skjótari: Tað kundi verið gjørt við at geva teimum eitt acontoútgjald, sigur hann.
– Soleiðis at tey fólkini, sum eru rakt av hesi gøluni, kunnu fara víðari.
Hitt uppskotið hjá Løkke er at býta núverandi løgmálaráðið sundur.
– Tað snýr seg í grundini um at fáa endurvunnið virðingina til rættarstatin, sigur Løkke.
Hann heldur at ein »ráðstova fyri tjóðarliga trygd, har vit tosa um allar útinnandi myndugleikar« sum til dømis løgregluna.
Og so skal Løgmálaráðið í staðin »halda stjórnini til edling á øllum hesum viðurskiftum, sum snúgva seg um fólkaræði, rættartrygd og virðing«.
– Tað kundi saman við øðrum tingum – bara í mun til, at tað verða fleiri flokkar í eini stjórn, og at avtalugrundarlagið um virðing í stjóranrsamstarvi – gera, at tey mál, sum vit hava sæð seinastu árini, mest sannlíkt ikki verða at síggja aftur í framtíðini, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Stjórnarsamráðingar eru í dag, har Javnaðarflokkurin, Vinstri, Moderatarnir og Tey Radikalu eru til felags samráðingar um eina breiða stjórn.
Lars Løkke Rasmussen er higartil tann einasti, sum hevur sagt nakað á veg inn til samráðingarnar.
Hann sigur víðari, at ein breið stjórn »liggur væl fyri«.
– Men vit mugu so erliga siga, at fortíðin spøkir. Tað eru steinar í skónum. Tað hava verið sagt hørð orð.
/ritzau/