– Lat meg staðfesta beinavegin, at eg eri heitur talsmaður fyri ríkisfelagsskapinum, og sum eg havi skilt, er hetta eitt skjal, sum virðir verandi grundlóg og stjórnarskipan, og tað er avgerandi fyri meg, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri í samrøðu í Sosialinum 3. august – beint eftir, at uppskotið um stjórnarskipan varð lagt alment fram til hoyringar.
Í 2011 var um reppið at semja fekst millum allar flokkar um stjórnarskipanaruppskotið. Tá segði Lars Løkke Rasmussen, sum eisini tá var forsætisráðharri, at uppskotið, sum tá fyrilá, var í stríð við grundlógina og kundi ikki góðtakst.
Í samrøðuni í Sosialinum 3. august 2017 verður Lars Løkke Rasmussen spurdur, um hann hevur nøkur góð ráð til føroyskar politikkarar, tá umræður at fáa nýskipanir avgreiddar. Men hann aftrar seg við at geva ráð ella blanda seg upp í føroyska politikk:
– Nei, eg haldi meg frá at geva ráð ella blanda meg uppí. Yvirskipað kann eg siga, at tá umræður nýskipanir er umráðandi at hava ein so breiðan meirluta sum gjørligt, tí annars er vandin altíð til staðar, at skipanir verða broyttar, tá ein nýggj stjórn tekur við, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Lesið samrøðuna við Lars Løkke Rasmussen í Sosialinum 3. august her: Avgerandi fyri meg at stjórnarskipanin virðir grundlógina