Løkke illa kritiseraður fyri sendirøðina um Læknastríðið

Kritikarar vilja vera við, at sendingin er ókeypis lýsing fyri politikaran

Politiskt propaganda, óhóskandi, løgið og áhugamálsstríð. Hetta er nakað av tí, sum kritikarar siga um nýggju DR-sendingina hjá Lars Løkke Rasmussen um Læknastríðið.

 

Kritikkurin snýr seg ikki um sjálva innihaldið í sendingini. Men um vertin. Tí Lars Løkke Rasmussen er jú bæði fyrrverandi forsætisráðharri, aktivur politikari og íverksetari. Kritikararnir seta spurnartekin við áhugamálini hjá Løkke - er hetta ein máti at fáa umrøðu uppá, so hann stendur sterkari til næsta val við sínum nýggja flokki, Moderaterne? Ella hevur hetta samband við ferðamannastovuna hjá honum og konuni Sólrun, sum selja pakkaferðir til Føroya?

 

Á Twitter lýsa summir brúkarar hesa sendingina sum eitt ókeypis lýsingaátak fyri Løkke, og tí verður spurnartekin eisini sett við trúvirðið og ætlanirnar hjá DR.

 

– Kann man ímynda sær Jakob Ellemann sum vert fyri eina sending um donsku verjuna? Ella Klaus Riskær sum álitsmann í sendingini Kontant? spyr ein.

 

Men bæði Lars Løkke Rasmussen og DR vísa kritikkinum aftur.

 

– Átti tú ikki at hugt at sendingunum, áðrenn tú dømir tær fyri at vera propaganda? svarar Løkke aftur í viðmerking til ein Twitter-brúkara, ið kallar sendingarnar propaganda.

 

Eisini ljóðar grundgevingin fyri, at hetta er í lagi, at Lars Løkke hóast alt hevur tætt tilknýti til Føroya, av tí at kona hansara Sólrun er føroysk.

 

Redaktørurin fyri sendirøðina Charlotte Kjørup Mauritzen sigur við Netavisen Pio, at leikluturin hjá Løkke einki hevur at gera við hansara bakgrund sum politikari.

 

– Hann kemur við fakligari vitan og innliti um Læknastríðið, og tað er bara tí, hann er við í sendingini, sigur hon við Netavísina Pio.