Tað hevði sømt seg, at Kári P. Højgard og Aksel V. Johannesen, løgtingsmenn ringu og spurdu okkum, áðrenn teir skapa ótryggleika. Tað heldur Vinnuhúsið, nú teir báðir løgtingsmenninir hava reist málið á løgtingi um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum. Teir hava báðir hoyrt, at føroyskir handverkarar verða koyrdir til hús og útlendskir settir ístaðin og tað vilja teir hava løgmann at greiða frá.
Vinnuhúsið sigur, at í dag eru tað 16 fyritøkur, sum hava biðið um limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. - Hetta skjalprógvar at fyritøkan lønir starvsfólki eftir føroyskum sáttmálum. Av hesum eru tað 5 fyritøkur, sum hava fingið undangóðkenning frá Udlændingestyrelsen og av teimum eru tað tvær fyritøkur, sum hava sett útlendingar í starv. - Hesar báðar fyritøkurnar hava tilsamans sett umleið 10 fólk í starv. Hesi verða lønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og handverkarafeløgini hinumegin.
Vinnuhúsið sigur, at tað er krav, at lønar- og arbeiðstreytir hjá útlendsku handverkarunum ikki skulu vera verri enn tær, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. - So uppáhaldið um undirløntar handverkarar er neyvan eftirfarandi, sigur Vinnuhúsið.
Heldur føroyski arbeiðsgevarin ikki treytirnar, kann arbeiðsgevarin verða revsaður við bót ella fongsul. - Einki fakfelag hevur sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir, staðfestir Vinnuhúsið.
Vinnuhúsið sigur, at samanumtikið er tað tríggjar treytir fyri at arbeiðsgevari kann verða góðkend til at fáa útlendingar til Føroya at arbeiða 1. Fyritøkan skal vera skrásett í Føroyum 2. Fyritøkan skal vera fevnd av kollektivum sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum um lønar- og arbeiðsviðurskifti. 3. Fyritøkan skal verða skrásett hjá TAKS sum ávísingarskyldug eftir føroysku skattalógini.
- Tá ið fyritøkan er vorðin undangóðkend, kann hon seta útbúnar handverkarar úr ES-londum í starv. - Treytin fyri at fyritøkan kann seta ES-løntakara í starv, er, at setanin fevnir um í minsta lagi 30 arbeiðstímar um vikuna, og at lønar- og arbeiðstreytir ikki eru verri enn ásett í kollektiva sáttmálanum, sigur Vinnuhúsið.
|










