Løgtingsmaður: Fjas av Bygdaleiðum at avlýsa í dag

Sáttmálarnir við tey sum koyra fyri Bygdaleiðir eiga at verða broyttir, so tað ikki er so lætt av avlýsa

Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum í morgun hevur koyrt við bili úr Klaksvík til Havnar og sum hevur staðfest, at tað var fínt at koyra, og at tað als ikki var neyðugt hjá Bygdaleiðum at avlýsa.

Hann hevur lagt eina video á Facebook, har hann greiðir fá veðrinum ymsa staðni á vegnum úr Klaksvík til Havnar. Og ongastaðni, heldur hann, at veðrið er so ringt, at tað ikki hevði borið til hjá Bygdaleiðum at koyrt.

– Strandferðslan hevur lagt alt samfelagið lamið í morgun, hevur avlýst allar bussarnar og nú eg standi í Leirvík, og klokkan er eitt sindur yvir átta, so havi eg ikki ordiliga funnið nakran vind enn, so eg veit ikki, hvat hendir, sigur løgtingsmaðurin.

Og soleiðis heldur hann fram. Hann steðgar fleiri ferðir á vegnum gjøgnum Sundalagið til Havnar og staðfestir, at tað ikki er nógvur vindur, og at eingin grund er til hjá Strandferðsluni at avlýsa bussarnar í morgun.

Hoyrið Eirik í Jákupsstovu greiða frá við at trýsta á pílin á myndini niðanfyri.

##med2##