Tríggjar fóru av landinum í dag.
Tríggjar aðrar á iranska kvinnulandsliðnum í fótbólti eru farnar úr Avstralia og hava avgjørt at venda aftur til Iran, eftir at tær fyrr í vikuni søktu um og fingu friðskjól í landinum.
Tað segði avstralski innanríkisráðharrin, Tony Burke, í eini fráboðan í dag, sambært tíðindastovuni AFP.
– Í nátt gjørdu tríggir limir á iranska kvinnulandsliðnum í fótbólti av at koma við restini av liðnum á ferðini aftur til Iran, skrivar ráðharrin.
Upprunaliga høvdu sjey fólk úr toyminum søkt um friðskjól í Avstralia. Hetta hendi eftir at iranska almenna sjónvarpið hevði lýst iransku leikararnar sum krígssvíkjarar.
Orsøkin til tað var, at fleiri av leikarunum tagdu undir tjóðsanginum áðrenn byrjunardystin hjá liðnum móti Suðurkorea í Asian Cup kappingini í síðstu viku.
Bert trý av teimum sjey eru eftir í Avstralia. Beint eftir at iranar fingu friðskjól, valdi ein teirra at venda aftur til Iran.
Mannarættindafelagsskapir hava fleiri ferðir ákært iransku myndugleikarnar fyri at leggja trýst á teirra ítróttarfólk uttanlands, sambært AFP.
Hetta gera myndugleikarnir sambært bólkunum við at hótta avvarðandi hjá ítróttarfólkunum ella leggja hald á ognir teirra, um tey eru ósamd ella tosa neiligt um landið.
– Avstralska stjórnin hevur gjørt alt vit kundu fyri at tryggja, at hesar kvinnur fingu møguleikan at fáa eina trygga framtíð í Avstralia, sigur Burke og leggur afturat:
– Avstralar skulu vera stoltir av, at tað var í okkara landi, at hesar kvinnur møttu einari tjóð, sum gav teimum veruligar valmøguleikar, og at tær møttu myndugleikum her, sum royndu at hjálpa teimum.
Statsliga iranska kringvarpið, IRB, boðaði leygardagin frá, at tríggir limir í iranska kvinnulandsliðnum í fótbólti høvdu tikið umsóknirnar um friðskjól aftur og vóru á veg til Malaysia.
/Ritzau/











