Løgtingið skal vera so pappírsleyst sum tilber.
Tað er málið, nú løgtingslimir hava fingið hvør sín teldil, iPad, frá løgtinginum.
Endamálið er, at lógaruppskot og annað tilfar til løgtingsfólk nú verður sent løgtingsfólkum umvegis teldilin, heldur enn at tað verður prentað út.
Ein av løgtingslimunum, ið hevur fingið nýggja arbeiðsamboðið, er Henrik Old.
- Hetta er eitt fantastisk framstig, og nú sleppa vit av við øll pappírini. Nú eri eg heldur ikki bundin av at vera eitt ávíst stað, tí nú kann eg flyta meg alla staðni og finna alt fram uttan at skula verða dýktur undir í pappíri, sigur Henrik Old.
Hann er tó ikki heilt ókendur við at arbeiða við tøkni.
- Umborð á føroysku skipunum hava tey leingi verið langt frammanfyri, so hetta er ikki nakað nýtt fyri meg, sigur Henrik Old, sum tó ikki sleppur penninum, hóast hann hevur teldilin sum nýtt arbeiðsamboð.
- Tá tú fert upp á røðarapallin, og onkur setur tær eini tveir ella tríggjar spurningar, so er gott líka at skriva niður, og tá er pennurin hentur, fortelur Henrik Old.
Hóast nýggja arbeiðsamboðið, hava allir tinglimir framvegis møguleika at biða um lógaruppskot á pappíri










