Løgtingsins umboðsmaður fekk 94 klagur í fjør

Í ársfrágreiðingini hjá Løgtingsins umboðsmanni, sum er til viðgerðar í Løgtinginum í morgin, eru frásagnir av ymiskum málum, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2023.

Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, Fríða S. Berg, skrivstovufulltrúi, Heini Petersen, ráðgevi, Mary K. Cazabon, fulltrúi, og Gurið Joensen, ráðgevi

Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2023, sum er til viðgerðar í Løgtinginum á tingfundi í morgin.

Í 2023 fekk umboðsmaðurin 94 klagur. Av hesum vórðu 81 endaliga avgreiddar innan 31.

desember. Harumframt vórðu avgreiddar 16 klagur frá undanfarnum árum. Talið av klagum er á leið tað sama sum í 2022.

Flestu innkomnu klagur í 2023 vóru á málsøkjunum »Umhvørvis-, byggi- og leigumál og friðing« og »Børn og ung«.

Eins og undanfarin ár fevnir málsøkið »Børn og ung« um øll mál viðvíkjandi børnum, eisini um málið ítøkiliga snúði seg um til dømis ein fyrisitingarligan spurning.

Av teimum 97 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2023, endaðu 17 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi. 61 klagur vórðu avgreiddar við aðrari viðgerð enn niðurstøðu frá umboðsmanninum, meðan 19 klagur vórðu avvístar uttan viðgerð.

Í 2023 vórðu givnar átalur í 13 málum.

Álit, skriv og frágreiðingar liggja í síni fullu longd í savninum á heimasíðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni.

 

 

Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, Fríða S. Berg, skrivstovufulltrúi, Heini Petersen, ráðgevi, Mary K. Cazabon, fulltrúi, og Gurið Joensen, ráðgevi