Løgtingsfólk á skúlabonk í dag

Skulu læra at samskifta við veljaran.

Tað eru ikki bara skúlabørn, ið fara á skúlabonk í morgun. Formansskapurin í løgtinginum skipari nevniliga í dag fyri undirvísing fyri tingfólk. Undirvísingin er serliga ætla teimum, ið eru vald á ting fyri fyrstu ferð, men eisini onnur tingfólk hava valt at luttaka.


Dagsins evni er samskifti, og skal millum annað Árni Gregersen, ið hevur drúgvar royndir frá fjølmiðlaheiminum, undirvísa løgtingsfólkum um hvussu tey best fáa sín boðskap út til veljaran, og samanspæli millum politikarar og miðlar.


Hetta er næsti dagurin, ið er settur av til undirvísing til nýggj tingfólk. Á fyrra fundinum fingu løgtingsfólk undirvísing um mannagongdir og arbeiði á tingi. 


Tað er samskiftisfyritøkan Nudlavirkið, ið hevur lagt dagin til rættis.