Hvussu gongst at útvega bíligar íbúðir, sum fólk við lágum og miðalgóðum lønum, hava ráð at gjalda.
Tað skal Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greiða løgtinginum frá í morgin.
Tað er Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum vil hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu tað gongst við ætlanini hjá Bústøðum at byggja íbúðir, sum lág og miðallønt hava ráð at gjalda.
Hon staðfestir, at ætlanin við Bústøðum er at útvega leigubústaðir til føroyingar kring landið, og betri bústaðir til allar samfelagsbólkar.
- Fleiri áhugaverd arbeiði eru í gongd og eitt nú er samstarv ímillum Bústaðir og Almannaverkið um at útvega fólki við serligum avbjóðingum bústað.
Men tá ið Bústaðir varð stovnað, vóru tað nógvir politikarar sum droymdi um, at Bústaðir skuldi eisini útvega íbúðir, sum vóru so bíligar at leiga, at eisini stakir uppihaldarar, lesandi, fyritíðarpensjónistar, og onnur láløngt, kundu hava ráð til at leiga sær eina dygdaríbúð.
Men tað hevur ikki eydnast og nú vil Sirið Stenberg hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu at gongst at útvega bíligar íbúðir til stakar uppihaldarar, familjur við lágari inntøku, fólkapensjónistar, ungar barnafamiljur og aðrar bólkar við lágum inntøkum.