Løgtingið sleppur ikki at viðgera málið

Samgongan sigur, at tað krevur so kollveltandi broyting, at tað eru tey ikki sinnað til

Tað er nú greitt, at Løgtingið sleppur ikki at viðgera málið um at seta ein hernaðar-radara upp í Føroyum. Nato og danska stjórnin hava í hyggju at seta ein hernaðar-radara upp á Sornfelli, men samgongan tvíheldur um, at tað er eitt mál, sum landsstýrið og uttanlandsnevndin kunnu avgreiða.

 

Men Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn halda, at hetta er eitt so víttgangandi stig, at Løgtingið má fáa høvi til at viðgera tað. Tí løgdu tey uppskot fram um at málið skuldi leggjast fyri tingið til umrøðu.  Men nú uttanlandsvendin hevur havt tað til viðgerar, er tað greitt, at tað verður ikki lagt fyri Løgtingið.

 

Umboðini fyri samgonguna vísa á, at í heimastýrislógini eru tey ymsu økini býtt sundur í A-mál og B-mál. A-mál eru mál sum kunnu yvirtakast, tá ið føroyingar, ella danska stjórnin, vil. B-mál kunnu bara yvirtakast tá ið føroyskir myndugleikar, og danska stjórnin, eru samd um tað. Men verjumál og uttanríkismál liggja heilt uttan fyri heimastýrislógina.

 

Somuleiðis varð ein lóg samtykt í 2005 og har stendur beinleiðis, at uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur kann ikki yvirtakast.

 

Samgongan sigur, at sostatt er hetta fólksins vilji í Føroyum, tí tað er Løgtingið, sum hevur samtykt bæði heimastýrislógina og lógarbroytingina í 2005. Tí sigur samgongan, at skal Løgtingið avgera málið um radaran, verður fyrst neyðugt at broyta bæði heimastýrislógina og lógina frá 2005.

 

– Eitt so týdningarmikið og markbrótandi stig er ikki ein partur av politikkinum hjá sitandi samgongu, siga umboðini fyri samgonguna í uttanlandsnevndini. Tí mæla tey eisini Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um, at radaramálið skal umrøðast í Løgtinginum.

 

Umboðini fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin staðfesta, at Løgtingið hevur ongantíð givið nakra heimild til, at hernaðarútgerð kann setast upp í Føroyum. Og Føroya fólk er ongantíð spurt um hetta.

– Hinvegin hava allir flokkar á tingi mótmælt, at avgerðir verða tiknar um hernaðarútgerð í Føroyum uttanum Løgtingið, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.

 

Tey vísa eisini á, at undir viðgerðini í Uttanlandsnevndini hevur ein serfrøðingur í altjóðarætti staðfest, at ein avgerð um at seta hernaðarútgerð upp í Føroyum, er so grundleggjandi, at minstamarkið er, at tað eigur verða samtykt í Løgtinginum og kanska átti tað eisini at verið lagt til fólkaatkvøðu. Hetta er tí at avgerðin hevur grundleggjandi avleiðingar fyri støðuna hjá Føroya fólki, skuldi hernaðarligt stríð tikið seg upp.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi staðfesta, at tað er eingin grundgeving fyri, at eitt slíkt mál ikki verður lagt fyri Løgtingið. Tey siga somuleiðis, at tað er staðfest, at tað er eingin forðing fyri, at føroyskir myndugleikar sjálvir reka eina radara í Føroyum.