Løgmaður ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvørja løn, og hvørjar samsýningar, politikarar skulu hava.
Tað hevur hann boðað Løgtinginum frá í morgun.
Hann sigur, at uppskotið byggir á eitt tilmæli, sum ein óheft nevnt hevur gjørt.
Hann sigur, at hann fer at gera tað, hann kann, fyri at leggja uppskotið fram, men hann skal eisini hava politiska undirtøku fyri tí.
Hann vónar, at undirtøkan verður líka stór, tá ið ástendur, sum hon er nú, og sum spurnarumfarið í Sosialinum í dag, visur.
Hann vil ikki siga, nær uppskotið verður lagt fram, men hann vónar at klára tað fyri jól.
Lønarviðurskiftini hjá politikarum eru javnan frammi í almenna kjakinum, tí í nógvum viðurskiftum hava teir nógv betri sømdir enn onnur.
Eitt nú fáa teir nógvar ferðir so nógvan koyripening, sum onnur. Harafturat fáa landsstýrisfólk fulla pensjón eftir bara átta árum og tinglimir eftir bara 16 ár, har vanlig fólk mugu arbeiða eitt heilt lív fyri at fáa fulla eftirløn.
Á løgtinginum í morgun vísti Tjóðveldi á, at flokkurin tekur ikki undir við summum pørtum í tilmælinum hjá óhefta arbeiðsbólkinum, men flokkurin tekur ikki undir við, at politikarar fáa so góðar sømdir, hvat eftirlønum, koyripengum og bíðipengum viðvíkur.
Løgmaður staðfestir, at verður pilkað við tilmælið hjá óheftu nevndini, hongur tað ikki saman longur.
Hann vísti á, at endamálið var at lata eina óheftan nevnd áseta lønarviðurskiftini og fara politikarar at pilka við tað, gera teir seg nettupp sekar í tí, teir vilja sleppa undan at vera ákærdir fyri, nevniliga at áseta sína egnu løn.
Fleiri politikarar heita á løgmann um at leggja álitið frá nevndini fyri Løgtingið, so kann Løgtingið taka støðu.
Summir tinglimir vilja hava eina serliga nevnd við umboðum úr øllum flokkum, at viðgera málið.
Samstundis boðar Javnaðarflokkurin frá, at leggur Løgmaður ikki uppskot fyri Løgtingið heilt skjótt, fer Javnaðarflokkurin at gera tað sjálvur.