Ein løgreglumaður í Havn hevur misbrúkt sítt embæti sum løgreglumaður til at koma í samband við ungar gentur. Løgreglumaðurin hevur nýtt løgreglumál sum umbering fyri at hittast við í minsta lagi einari gentu, har hann millum annað royndi at kína henni um lærið og snodda hárið, umframt at hann viðmerkti kropp hennara og segði, at hon var ”farlig”
Soleiðis skrivaði Dimmalætting um málið 9. desember í fjør:
Steinar Patursson, Dimmalætting 9. desember 2022:
Ein løgreglumaður í Havn hevur eftir øllum at døma torført at skilja, hvar markið gongur millum tað professionalla og privata, og hevur í tveimum førum misbrúkt sína støðu sum løgreglumaður upp á tað grovasta at koma í samband við ungar gentur í tí sivila.
Dimmalætting hevur sæð samskiftið millum løgreglumannin og tær báðar ungu genturnar, har hann brúkar eitt mál í náttarlívinum í Havn sum umbering fyri at koma í samband við genturnar, sum hann vil avhoyra.
Harumframt hevur Dimmalætting eisini tosað við aðra gentuna, sum hitti løgreglumannin á einum skeinkistaði í Havn, og har løgreglumaðurin eisini hevði fysiskt samband við gentuna, áðrenn hon slapp sær til rýmingar.
##med2##
Fingu boð týsmorgun
Týsmorgunin fingu tær báðar genturnar boð frá løgreglumanninum – onnur á Facebook og hin fekk boð bæði á Facebook og Instagram.
Løgreglumaðurin skrivar, at hann vil hava tær at ringja á eitt telefonnummar, tí hann vil spyrja um okkurt, ið gekk fyri seg leygarkvøldið í Havn.
Í hvørgan av førunum byrjaði hann við at presentera seg sum løgreglufólk, men sigur bert, hvussu hann eitur, og hvat hann vildi.
Onnur gentan svaraði stundisliga, at hon hevði stundir at tosa. Hin gentan svaraði kortini ikki beinanvegin, og løgreglumaðurin sendi henni tí eini boð aftrat, har hann spurdi, hvussu tað gekk.
Gentan sá ikki hesi boðini, fyrr enn hon sat á einum skeinkistaði um kvøldið, og hon spurdi tá, hvør maðurin er. Løgreglumaðurin svaraði, hvussu hann eitur, hvar hann er frá, og hvørji áhugamál hann hevur.
”Eg eri politist, og í míni frítíð treni eg nógv fittness, annars hugni við vinfólki [sic]”, skrivar løgreglumaðurin.
Hann gjørdi síðan greitt, at hann hevði roynt at fingið fatur á henni, men at tað ikki var eydnast. Løgreglumaðurin skrivaði, at hetta hevði samband við eina hending leygarkvøldið, men hann segði ikki meira um hesa hendingina.
Hann legði aftrat, at hann hevði ætlað at ringja til hennara, men hann hevði ikki nummarið hjá henni og hevði eiheldur arbeiðstelduna hjá sær.
##med3##
”Ert tú tyst?”
Samrøðan, ið frammanundan má sigast at vera rættiliga margháttlig, fekk síðani eina vend aftrat.
”Ert tú [á skeinkistaði]? Síggji tína story”, spurdi løgreglumaðurin í boðunum og sipaði til eina av myndafunkunum á instagram.
Gentan játtaði, at hon var á skeinkistaðnum og spurdi, hvat tað var frá leygarkvøldinum, ið løgreglumaðurin vildi hava svar uppá.
Løgreglumaðurin svaraði, at hann var í ferð við at lýsa eitt mál, sum hendi í býnum leygarkvøldið. Hann segði seg hava tosað við onnur frammanundan, og at hann bert hevði nakrar fáar spurningar.
Løgreglumaðurin ásannaði í boðunum, at tað var kanska ikki so professionelt at skriva til gentuna á instagram, og at hann plagar ”altíð at tosa ella líka møtast við fólki”. Hann vildi hava at vita, um gentan er upptikin.
Hann spurdi síðani, um gentan var tyst, nú hon sat á skeinkistaði.
Játtaði at hittast
Gentan gjørdi síðani greitt, at tað var nakað løgið at skriva um tílíkt á instagram, men hon játtaði at tosa við hann um hendingina.
Løgreglumaðurin segði, at hann kom at práta við hana.
Og her endar samskifti á sosialu miðlunum fyribils.
Men søgan gerst enn løgnari, tá løgreglumaðurin kemur til skeinkistðið.
##med4##
Bjóðaði gentuni heimvið
Gentan greiðir Dimmalætting frá, at løgreglumaðurin møtti upp á skeinkistaðnum í sivilklæðum og við sivilbili, men at hann hevði løgreglumerkið við í lummanum.
Løgreglumaðurin helt fyri, at nógvur gangur var á skeinkistaðnum, og hann skjeyt tí upp, at tey fóru heim til hansara at práta, ella at tey koyrdu ein biltúr.
Gentan metti hinvegin, at tað mátti vera nokk at fara í eitt annað rúm.
Løgreglumaðurin legði út við at spyrja um eina hending, ið var farin fram í náttarlívinum farna leygarkvøld, men gentan vísir á, at samrøðan fekk heilt skjótt eina aðra vend.
Løgreglumaðurin vildi millum annað vita, um gentan var støk, hvar hon búði og hvat hon fekst við. Gentan greiðir frá, at hon gjørdist eitt sindur illa við av hesum, og hon tí vildi vita, hvat hetta hevði við málið at gera.
Svarið hjá løgreglumanninum var sambært gentuni, at hann royndi bara at konversera fyri at fáa ein lættari stemning.
Sambært gentuni viðmerkti løgreglumaðurin eisini, at tað kanska ikki var neyðugt hjá henni at fortelja honum, hvar hon búði, tí hetta kundi hann altíð sláa upp á løgreglustøðini. Løgreglumaðurin nýtti eisini høvið at greiða frá um seg sjálvan.
Kíndi um lærið
Løgreglumaðurin hevði eftir øllum at døma eisini aðrar tankar um, hvussu stemningurin kundi gerast lættari, tí so hvørt sum samrøðan fór fram, byrjaði hann at kína gentuni
um lærið.
Eisini snoddaði løgreglumaðurin til hárið hjá gentuni og royndi at mýkja hendur hennara.
Løgreglumaðurin gjørdi viðmerkingar um kropp og tattoveringar hennara, ið hann segði seg hava sæð í einari venjingarmiðstøð, og hann lat hana vita, at hann kundi tosað við hana í fleiri tímar, um tað var, og at hon var ”farlig”.
Gentan greiðir frá, at hon helt hetta vera ”klamt”, og so hvørt sum samrøðan gjørdist løgnari og meira ópassandi, royndi hon at vísa frá sær hansara fjepparí, millum annað við at taka hendurnar hjá honum av lærinum og greiða honum frá, at honum noyddist ikki at hava hendur hennara í egnum hondum.
Slapp sær til rýmingar
Gentan greiðir frá, at hetta helt fram í samfullar tveir tímar, og at hon sá sær bara ein møguleika at sleppa burtur úr støðuni við at siga, at klokkan var nógv, og at hon tí mátti fara heim.
Løgreglumaðurin bjóðaði sær at koyra hana til hús, soleiðis at tey kundu práta eina løtu aftrat.
Gentan greiðir frá, at hon hevði bil við sjálv, men at hon ikki var álvulig við at koyra heim einsamøll, meðan politimaðurin var har, og at hon tí fekk ein vinmann at
koma eftir sær.
Gentan fór tí útum at bíða eftir vinmanninum, og løgreglumaðurin setti seg í sín egna bil.
Hann var kortini
skjótur at bakka bilin aftur til hennara og fortaldi henni, at hann ætlaði sær at bíða har, til vinmaðurin var komin.
Gentan sigur, at tíbetur var vinmaðurin skjótur, og at hon slapp sær upp í bilin hjá honum.
Gentan og vinmaðurin koyrdu síðani runt í Havnini eina góðu løtu fyri at tryggja sær, at løgreglumaðurin ikki koyrdi aftaná.
##med4##
Løgreglumaðurin er kærdur
Dagin eftir fór gentan á løgreglustøðina at lata inn eina klagu um løgreglumannin. Meðan gentan var á løgreglustøðini, fekk hon eini boð frá løgreglumanninum, har hann spurdi, um tey skulu fara á venjingarmiðstøð saman.
Boðini vórðu umgangandi víst fyri løgreglufólkinum, ið tók ímóti klaguni.
Dimmalætting veit, at løgreglumaðurin hevur eisini hitst við hinari gentuni, ið hann hevur havt samskifti við á Facebook.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá fútanum, áðrenn blaðið fór til prent.
Greinar um málið kunnu lesast í Dimmalætting á hesum slóðum:
https://www.dimma.fo/blad/2022-048
https://www.dimma.fo/blad/2022-047