Í nógva vindinum fekk løgreglan fráboðan um, at valplakatir vóru við at fara á flog í vindinum. Í hesum sambandi heitir vaktleiðarin á løgreglustøðini á flokkarnar um at tryggja sær, at valplakatir eru forsvarliga festar.
Løgreglan fekk eisini boð um at, at okkur tak var farið millum Valaknúk og Skálafjørð. Hann sigur, fólk ymsastaðni vóru stúrin um leysar lutir, og ein bilførari ringdi at siga løgregluni, at okkurt var fokið á bilin hjá sær.










