Í vikuni boðaði Akstovan frá, at tey høvdu latið politistøðunum kring landið 615 mál um eftirstøður fyri vegskatt fyri fyrra hálvár í ár.
Akstovan heitti samstundis á løgregluna um at taka nummarspjøldrini av akførum, har eigarin ikki kann vísa kvittan fyri, at eftirstøðan er goldin.
Og nú er løgreglan so farin í gongd við at taka nummarspjøldur.
- Síðstu nátt tóku vit 18 nummarspjøldur í Norðoyggjum, og vit tóku 23 í miðstaðarøkinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.