Veðrið hevur leikað í av tí ringasta í dag og løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um skaðar. Sermerktastu fráboðanina fekk løgreglan í morgun frá einum manni sum heintar rusk fyri IRF. Hann var farin eftir einum ruskposa, á einum plássi, har tað ikki er so tætt ímillum húsini. Men hann slapp ikki aftur til bilin við ruskposanum, tí brádliga brast hann á, sum eitt byrsuskot, við stormi og heilt óvanliga grovum ælingini við vátakava.
Ruskmaðurin visti sær eingi onnur ráð enn at leita sær undir eini hús at kroka. Hann sá púra einki og tískil helt hann eisini at tað vórú óráð at fara undan húsunum at royna at finna bilin aftur, tí viltist hann í rokinum, kundi tað verðið ein galin endi. Tískil ringdi hann eftir løgregluni og tað eydnaðist løgregluni at finna mannin og fáa hann til hús.
Annars eru rættiliga nógvir skaðar fráboðaðir, men talan er bara um smáttarí. Løgreglan heldur, at tað hevur hjálpt, at hetta er beint eftir nýggjár og at nógv órudd, sum annars liggur og flýtur, er brent á báli. Hinvegin ansa fólk eisini betur eftir at einki skal liggja og flóta, sum kann fara á flog og elva til skaða.
Fráboðanirnar, løgreglan hevur fingið, eru um brotnar rútar, húsaklædningur, sum rívur, húsatøk og neystatøk sum ríva, stakitt og busskýli, sum fara í vindinum o.s.fr. Bjargingarliðini eru boðsend og hava bjargað støðunum, áðrenn vandi er staðist av. Mesti vindurin var í Suðuroy og á skúladeplinum í Suðuroy lógu næmingar og lærarar veðurfastir til út á seinnapartin, ein part av tíðini við ongum streymi. Bussar koyrdu tey í skúla, tí tá var ikki so galið veður, men um níggjutíðina brast hann á og streymurin fór. Men tá vór bussarnir givnir at koyra. Stutt eftir fór streymurin og so var ikki annað at gera hjá teimum ungu enn at hugna sær við brettspølum. Einir átta bilar ið stóðu parkeraðir á parkeringsplássunum, fingu skaða, harav ein fór sera illa, tá ið hann varð tikin av vindi, oman í hagan.
Les eisini: Nógvir smáskaðar um alt landið
Tað er bilurin á myndini stóð parkeraður við skúlan, men hann tók eina hvirla og slondi hann langt oman í hagan. Myndina hevur Kasandra tikið við fartelefonini.
|










