Øll tey 50 elektrisku rennihjólini, sum komu til Havnar hendan dagin, eru longu burtur aftur. Í gjár varð boðað frá, at nú bara til at leiga sær eitt elektriskt rennihjól í Havn hjá teimum, sum ikki tímdu at ganga, ella koyra í bili.
Ì hesum sambandi vóru 50 rennihjól útegvegað, men løgreglan sigur frá Akstovuni, at hetta slagi av akførum eru ólóglig í Føroyum. Tað er hvørki loyvt at innflyta tey ella at brúka tey.
Les meiri um tað her:Løgreglan: Hetta er ólógligt í Føroyum.
Maðurin, sum hevur innflutt rennihjólini, Ebbi Asgeirsson, er ósamdur: Les meiri um tað her: Tað er ikki ólógligt: Sakførarin situr klárur.
##med2##
Men tað var alt fyri eitt, tá ið hesi elektrisku rennihjólini vóru at síggja í havnargøtum, at løgreglan fór í býin og úrslitið varð, at nú er hald lagt á øll tey 50 rennihjólini, sum komu til landið og tey eru nú øll í varðveitslu á løgreglustøðini. Løgreglan sigur, at tey, sum vórðu tikin koyrandi á hesum rennihjólunum, vóru øll blaðung fólk.
##med3##
Løgreglan sigur, at tey hava avgerðina hjá Akstovuni at halda seg til, tí tað er Akstovan, sum er skrásetingarmyndugleikin og tey siga, at hesi elektrisku rennihjólini eru bannað í Føroyum. So hvussu nú verður farið fram, vita tey ikki, men sambært tí Ebbi Asgeirsson, sum hevur útvegað tey, segði, endar málið ikki her, tí hann tvíheldur um, at tey eru lóglig í Føroyum.