Løgreglan í Noreg váttar: Kona milliarding er burturflutt

Norska løgreglan hevur frárátt familjuni hjá konuni at gjalda loysigjald, sum burturflytararnir hava kravt.

Norska kvinnan Anne-Elisabeth Falkevik Hagen, sum er gift við einum av ríkastu monnum í Noreg, hevur verið horvin í tíggju vikur.

 

Tað váttaði Tommy Brøske, politiinspektørur, á einum tíðindafundi í morgun.

 

Tann 68 ára gamla kvinnan hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, sum er eystan fyri Oslo.

 

Málið verður kanna sum frælsistøka, og sístða lívstekin er frá 31. oktober í fjør, upplýsir politiinspektørurin.

 

Álvarsliga hóttanir eru settar fram og krav um loysigjald, sigur Tommy Brøske.

 

Norska løgreglan váttar, at illgerðarmaðurin hevur kravt loysigjald í kryptovaluta.

 

Eitt krav, sum løgreglan hevur rátt familjuni frá at eftirlíka, upplýsir politiinspektørurin.

 

Sambært norska miðlinum VG snýr tað seg í hesum føri um kryptogjaldoyra monera, har transaktiónir ikki kunnu sporast, skrivar norska tíðindastovan NTB.

 

Sambært VG er talan um eitt krav um loysigjald upp á níggju milliónir evrur. Tað svarar til nakað yvir 67 milliónir danskar krónur.

 

Lívstekin eru ikki komin frá kvinnuni, síðani hon hvarv, upplýsir politiinspektørurin.

 

– Men vit hava heldur ikki móttikið tekin um, at hon ikki er á lívi, sigur Tommy Brøske.

 

Kvinnan er gift við norska ríkmanninum Tom Hagen. Hann hevur ikki ynskt at úttala seg um málið, skrivar NTB.

 

Svein Holden, advokatur hjá manninum, upplýsir fyri NTB, at hann fer at halda tíðindafund nú klokkan 13.

 

Norska løgreglan upplýsir, at ein nýggjur tíðindafundur verður í morgin fyrrapart klokkan 10

 

/ritzau/