Løgreglan í Havn einki at finnast at

Í nátt hevur løgreglan verið á gátt hjá skeinkistøðunum i býnum

Tey, sum hava skeinkistøð, skeinkistøð og matstovur í Havn, eru ófør at halda seg til reglarnar.

 

Tað er niðurstøðan, nú løgreglan hevur kannað skeinkistøð, matstovur og dansihøli, í nátt.

 

Í nátt hevur løgreglan í Havn nevniliga verið í hált við eitt veruligt átak við tí endamáli at kanna um skeinkistøðini, tey sum hava matstovur og tey, sum skipa fyri dansi hildu seg til lógir og reglar.

 

Í hesum sambandi verður kannað um tað ikki er meiri fólk inni, enn loyvt er, um skonkt verður til fólk undir 18 ár, um neyðútgongdir og neyðljós lúka treytirnar o.s.fr.

 

Í hesum sambandi vóru flestu skeinkistøðini í býnum kannað í nátt, men løgreglan sigur, at har var at kalla einki at finnast at.

 

Hetta er eitt átak, løgreglan ger við millumbilum, men úrslitið hesa ferð var, sum tað plagar at vera, nevniliga, at tey, sum hava ábyrgdina av hølunum, gera sær stórna ómak at halda lógir og reglar.

 

Summastaðni var talan um okkurt heilt smávegis rættingar, ið skuldi gerast, men talan var bara um smáttarí, sum onga avleiðingar fær.