Heldur ikki hetta vikuskiftið hevur nevnivert av fólki verið í býnum. Hetta er annað vikuskiftið við nýggju koronu-tilmælunum hjá landsstýrinum, men tað verða framvegis nógv fólk smittað hvønn einasta dag og tað tykist sum at tað fær fólk at setast aftur.
Men tað er altíð okkurt hjá løgregluni at takast við. Í gjár varð ringt til løgregluna at melda, at onkur hevði brotið inn í ein hjall í Havnini og har vórðu nakrar fløskur av brennivíni, og ein ølkassi, horvin. Løgreglan veit ikki, hvør tað er, sum hevur verið í hjallinum.
Løgreglan sigur, at hendir seg meiri enn so, at brotið verður inn í hjallar eftir rúsdrekka, ella eftir kjøti. Í slíkum førum er tað yvirhøvur so at hjallarnir hava staðið ólæstir, og kanska skuldu fólk umhugsa at fingið sær lás á hjallarnar, sigur løgreglan.
Ringt varð eisini at boðað frá, at ein bilur, sum stóð parkeraður í miðbýnum í Havn, hevði verið fyri herverki. Bilurin var skøvaður til og onkrir listar vóru brotnir. Løgreglan veit ikki, hvør hevur framt herverkið.
Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra alt ov skjótt eftir landsvegnum oman fyri Hov. Hann koyrdi 120 kilometrar um tíman, so hann missur koyrikortið treytað og sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd, bæði teori og koyring.
Løgreglan sigur, at hóast lítið fólk var í býnum, máttu tey tvær ferðir leggja upp í, tí fólk komu til ilnar. Aðru ferðina var á einum skeinkistaði, har ein gestur føldi seg órættvíst viðfarnan, men hann varð vístur á dyr. Og aðri ferðina var í býnum, tá ið fleiri fólk komu til ilnar, men løgreglan fekk sissa tey aftur og fekk beint tey í hvør í sína ætt og so var friður aftur.
Nakrar ferðir hevur løgreglan eisini sent boð eftir sjúkrabilum til fólk, sum eru dottin, men skaðarnir hava ikki verið álvarsligir.