Løgreglan hevur enn Spitfirebátin

Linda Hesselberg, ákæri, sigur at Sea Shepherd ikki fær bátin aftur, fyrr enn málið móti teimum trimum, ið førdu hann, er liðugt viðgjørt.

Í einum av sínum mongu dagføringum skrivar Paul Watson, at føroyski ákærin enn heldur Spitfirebátinum aftur, hóast ákærurnar móti teimum, ið førdu bátin, eru sleptar.

 

Spitfirebáturin var ein av skjóttgangandi bátunum, sum Sea Shepherd nýtti undir Operation Grindstop-átakinum, sum var í fjør.

 

Les eisini Bátajagstran í Tangafirði

 

Les eisini Hald lagt á Spitfirebátin hjá Sea Shepherd

Løgreglan legði hald á Spitfirebátin , eftir at hann hevði órógvað ein rakstur í Nólsoyarfirði. Talan var um springarar, sum ikki vóru hildnir til. Spitfirebáturin hjá Sea Shepherd royndi síðani at reka springararnar til havs aftur, men tá legði løgreglan upp í, handtók tey trý, ið førdu bátin, og dagin eftir legði løgreglan hald á sjálvan bátin.

 

Les eisini Trý fólk frá Sea Shepherd handtikin

 

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at ákærurnar móti teimum trimum als ikki eru sleptar, men at tað enn verður bíða eftir eini meting frá donskum djóraverndarmyndugleikum, um tað, at reka hvalir til havs, kann metast at vera djórapínsla. Føroya rættur hevur staðfest, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á bátin, men eftir øllum at døma ætlar ákærin ikki at útflýggja bátin, fyrr enn málið móti teimum trimum ákærdu, er liðugt viðgjørt.

 

Les eisini Sea Shepherd fær Spitfirebátin aftur

 

Til hetta svarar Jógvan Páll Lassen, at um tað, at reka hvalir til havs er djórapínsla, hvat er tað so at reka teir upp á land?

 

Enn er ikki vist, nær hetta málið kemur fyri í Føroya rætti.