Í hesum døgum hava fleiri elektriskar rennifjalir verið at síggja í Havnargøtum. Tað er ein fyritøka, sum hevur innflutt 50 slíkar rennifjalar, har fólk so kunnu leiga sær eina elektriska rennifjøl, heldur enn at ganga, ella koyra í bili.
Men løgreglan sigur, at slík akfør eru ílóglig og tey hava longu tikið tey fyrstu inn á løgreglustøðina til kanningar. Løgreglan sigur, at í Danmark hevur ein royndartíð verið, har tað hevur verið loyvt at koyra á elektriskum rennifjalum á gongubreytum og súkklubreytum, men hetta er ikki galdandi í Føroyum. Skal tað vera lyvt at hava slíkar elektriskar rennifjali í Føroyum, krevst at lógin verður broytt, sigur løgreglan.
Akstovan, sum er skrásetingarmyndugleikin í Føroyum, hevur flokkað elektriska rennnifjalar í sama bólk sum lítlar breytmotorsúkklur, ella pocketbike, sum tað eisini verður kallað. Samstundis er tað bannað at innflyta, selja ella at keypa lítlar breytmotorsúkklur – og sostatt eisini elektriskar rennifjalar.
Løgreglan sigur, at koma tey fram á eina slíka elektriska rennifjøl, verður hald lagt á hana – og í dag hevur løgreglan lagt hald á tvey elektriskar rennifjalar. Tey fara eisini at tosa við fyritøkuna, sum innflytur tey, men akkurát, hvussu málið annars verður viðgjørt, vita tey ikki.
Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá innflytaranum.










