Løgreglan hevur í kvøld handtikið 14 limir í umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd á Sandi. Tað váttar Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, fyri info í nátt. Grindaboð varð á Sandi í dag og í tí sambandi royndi Sea Shepherd at forða fyri drápinum, bæði við fólki á landi og við skjóttgangandi bátum.
Men løgreglan hevur verið væl fyrireikað til eina hending sum hesa og eftir eini lítlari løtu vórðu Sea Shepherdfólkini handtikin so at grindin kundi haldast til í friði og náðum.
Nú alt er hæsað av aftur, hevur løgreglan fingið betr yvirlit yvir støðuna.
Og Peter Thaysen sigur, at tilsamans hevur løgreglan handtikið 14 limir í Sea Shepherd, sjey mannfólk og sjey konufólk og tey koma úr ymsum londum.
Paul Watson upplýsir, at tey koma úr Suðurafrika, Avstralia, Spania, Italia, og at Fraklandi og Meksiko, og at seks av teimum vóru Sea Shepherd fólk á landi og átta vóru bátsmanningar. Peter Thaysen sigur, at samstundis hevur løgreglan lagt fyribils hald á tríggjar skjóttgangandi bátar hjá Sea Shepherd. Endamálið við tí er at fáa rættin at góðtaka, at varandi hald verður lagt á bátarnar.
Sjefpolitiinspektørurin sigur, at øll tey handtiknu Sea shepherd fólkini eru førd til Havnar við tyrlu, haðani tey eru koyrd niðan í varðhaldi í Mjórkadali. Tey skulu so avhoyrast í morgin árini og samstundis skulu løgfrøðingarnir hjá ákæruvaldinum fáa greiði á, hvat skal henda við teimum.
Peter Thaysen sigur, at tað kann vera at tey fáa uppskot um eina revsing og góðtaka tey tað er ikki vist málini koma fyri rættin. Góðtaka tey ikki revsingina, verða tey førd fyri rættin.
Eitt dømi um eina revsing kann vera at tey fáa eina bót og síðani verða víst av landinum. Og góðtaka tey tað, er ikki sagt, at málið kemur fyri rættin.
Sí fleiri myndir frá handtøkuni við at trýsta HER og við at trýsta HER
Les annars fleiri greinar um grindina á Sandi og Sea Shepherd á her á in.fo fyrr í kvøld.
|










