Tveir skúlar hava skúlarenning í dag. Tað eru Skúlin á Fløtum í Havn og Tofta skúli. Í hesum sambandi heitir løgreglan á bilførarar um at geva hesum gætur og koyra varliga.
Skúlarenningin í Havn er frá klokkan 8 til 12. Á Toftum er renningin frá klokkan 9 til klokkan 12, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.