Og av tí at tað eru komnar so nógvar fráboðanir, so er løgreglan í ferð við at kanna hesi viðurskiftini. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at fráboðanir eru um hetta á útoyggj, har løgreglan ikki er dagliga, tí fara tey nú at finna út av, hvussu tey skipa seg fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum.
Tað er ikki vist, at tað er ólógligt virksemi, men er tað so, at tey hava egnan ferðaleiðara við, so skulu viðurskifti sum arbeiðs- og uppihaldsloyvi vera upp á pláss, sigur vakthavandi.
Talan er um fólk, sum koma langvegis frá, og ferðafólkini eru úr øllum heiminum, sigur vakthavandi.
– Tað eru nógvar lógir, sum regulera hesi viðurskifti. Talan er bæði um nýggju lógina um gongd í haga, men esini um útlendingalógina, lógina um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og gomlu lógina um 'hegn og markfred'.