Tað er langt frá væl móttikið av øllum, at Sea Shepherd hevur fingið loyvi at luttaka á Fólkafundinum í Runavík næsta vikuskiftið.
Fyrireikararnir av Fólkafundinum fingu eina umbøn frá Sea Shepherd um at sleppa við, og hetta varð játtað teimum.
- Vit høvdu ymisk fyrivarni, tá ið vit fingu fyrispurningin frá Sea Shepherd, og vit ráðførdu okkum eisini við ymisk fólk. Niðurstøðan er, at Fólkafundurin er ein demokratiskur festivalur, og vit mótsiga okkum sjálvum, um vit nokta Sea Shepherd atgongd til tiltakið, sigur Ólavur í Geil, samskipari av Fólkafundinum.
Fleiri ferðir í summar hava smærri samanbrestir og størri ósemjur verið millum umboð hjá Sea Shepherd, føroyingar og danskar myndugleikar, men fyrireikararnir av Fólkafundinum stúra ikki fyri samanbrestum á sjálvum Fólkafundinum.
- Vit fara ikki at hava nakað eyka vaktarhald fyri tað, um Sea Shepherd luttekur, men vit fara at boða løgregluni frá, at tey eru við á Fólkafundinum, sigur Ólavur í Geil.
- Sum reaktiónirnar og retorikkurin hevur verið, so er sjálvandi møguleiki fyri, at ósemjur stinga seg upp, men vit rokna ikki við, at tað blíva til nakrir samanbrestir fyri tað, sigur Ólavur í Geil.










