Hetta hevur verið eitt av teimum friðarligu vikuskiftunum hjá løgregluni, og síðstu nátt var at kalla einki á skránni, sum hevur almennan áhuga.
Løgreglan tók tvey sett av nummarspjøldrum í miðstaðarøkinum, har viðurskftini hjá bileigarunum ikki vóru í lagi.
- So, tey friðarligu vikuskiftini eru eisini, sigur vaktleiðarin í morgun.
Hann vísir á, at í morgun er løgreglan farin út til skúlar í miðstaðar-og norðurøkinum at kanna, um børn sita íbundin.
- Tað plagar at vera á góðari leið við hesum, og vit vilja gjarna minna á týdningin av at sita íbundin í bili.
Vaktleiðarin vísir á, at hetta eisini er tann tíðin av árinum, tá tað er myrk, stundum regn og vánaligt sýni.
- Tað er nógv ferðsla, tá skúlarnir byrja á morgni, og tað er umráðandi, at skil er í ferðsluni, har børn ganga.
Tí hyggur løgreglan eisini eftir, hvussu børn verða sett av, soleiðis at minst møguligur vandi er.
- Vit eru ikki við skúlarnar fyri at skriva bøtur, men fyri tryggleikan hjá børnunum, sigur vaktleiðarin í morgun.