Aftur í nátt hevur løgreglan verið á rundferð saksinum og hevur klipt nummarplátur av bilum, sum ikki hava rindað vegskatt, trygging, ella onnur gjøld.
Hesa ferð gekk leiðin í Eysturoy og í Norðoyggjar, og har vórðu pláturnar kliptar av fýra bilum.
Fyri einum mánað síðani læt Akstovan løgregluni ein lista við heili 499 bileigarum, sum skyldaðu so nógv í vegskatti at nummarpláturnar skuldu takast, og síðani hevur løgreglan í fleiri umførum verið runt umkring, og hevur tikið pláturnar av bilunum.
Einasti máti at sleppa undan, er at rinda vegskattin og at fáa Akstovuna at afturkallað fráboðanina til løgregluna um bilin. Hin bátin er at rinda vegskatt, og at standa fyri løgregluni tá ið hon kemur við saksinum, og hava kvittanina at vísa fram.










