Løgmaður vil hava Grønland við

Føroyar og Grønland skulu samstarva meiri

Føroyar og Grønland skulu samstarva nógb meiri.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við kringvarpið í Grønlandi, KNR, í kjalarvørrinum á grønlendska valinum fríggjadagin.

 

Løgmaður ásannar, at Grønland hevur stórar avbóðingar, men samstundis vísir hann á, at tað kenna vit alt til í Føroyum, bæði fíggjarligar kreppur go svikaligt áttúrutilfeingi.

Og hann heldur, at Føroyar og Grønland eiga at samstarva nógv meiri.

- Eg haldi at vit kunnu læra av hvørjum øðrum, tí bæði londini eru bundin at náttúrutilfeinginum og prísinum fyri tey á heimsmarknaðurin, sigur løgmaður við KNR.  

Hann vísir á, at Føroyar sluppu væl burtur úr kreppuni og hava nú búskaparvøkstur og minkandi arbeiðsloysi.

 

 

Men løgmaður leggur afturat, at akkurát sum grønlendingar, vita vit í Føroyum alt um, hvussu tað er at hava góðar tíðir og hvussu tað er at hava ringar tíðir.

Men okkara búskapir kunnu ikki samanberast við búskapirnir í hinum londununum í Evropa, leggur hann afturat tí okkara avbjóðingar eru heilt øðrvísi, sigur hann.

Hann heldur, at grønlendingar áttu at kann møguleikarnar fyri at koma upp í fríhandilsavtaluna ímillum Føroyar og Ísland, vanliga nevndur Hoyvíkssáttmálin

- Tað kundi styrkt samhandilin, og samstarvð annars, ímillum Føroyar og Grønland.

 

Eru grønlendingar áhugaðir, er tað okkara ynski at Grønland kemur upp í Hoyvíkssáttmálan, so vit fáa fríhandil ímillum londini, sigur løgmaður.