Løgmaður var rættiliga bersøgin á tingsins røðarapalli í dag. Hann skjeyt føroyingum í skógvarnar ikki at hugsa nóg nógv um tey gomlu .
– Nógv gomul sita einsamøll, tí børnini tíma ikki at vitja tey, men hugsa bara um arv.
Og Tjóðveldi fekk eisini av grovfíluni hjá løgmanni. Hann segði, at tá útlendingamálið var fyri í løgtinginum seinast tað var til viðgerðar, so sótu tjóðveldisfólk á vesinum heldur enn at møta upp í tingsalinum.
Hesar ákærur frá løgmanni fullu ikki í góða jørð. Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum átalaði løgmann, sum hon helt vera í so harðligan. Hon vísti á, at nógv avvarðandi eru so troytt og niðurtyngd, at tey orka ikki meira. Tað er ikki tí, at tey bara hugsa um arv og ikki vilja vera uim tey gomlu, vísti hon á.
Løgmaður tók hetta til eftirtektar og bað um umbering fyri at hava verið í so harðligur.
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi segði, at hon gjørdist óð, tá løgmaður legði tey í tjóðveldinum undir at sita á vesinum, tí tey ikki vildu atkvøða í tinginum.
– Hatta er at stinga sínar samstarvsfelagar í ryggin, segði hon.
Løgmaður segði, at hann ikki var óður, men hann var troyttur av at hoyra allar ákoyringarnar frá Tjóðveldi, sum ikki megnaði at fáa nakað á skaftið, tá tey sótu við valdi.