Løgmaður tippar

Hvat tippar tú?

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár, er ein nýggjur teigur í upptaktini til umfarið í Effo-deildini. Her verður ein kendur gestatippari.

 

Í ársins fyrsta umfari, veðrur tað ongin minni enn løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum tippar. Fyrrverandi KÍ áleyparin væntar fleiri heimasigrar í 1. umfari.

 

Hann væntar millum annað, at KÍ vinnur á TB, meðan NSÍ og B36 vinna á heimavølli. Í blaðnum er tað komið skeivt fyri, at løgmaður tippar javnleik millum Víking og Skála. Hann væntar, at steypavinnararnir knúgva skálamonnum.

 

Á Argjum spæla AB og B68. Har væntar løgmaður ein javnan dyst, sum endar við javnleiki. Rás2 sigur frá dystunum NSÍ-HB, B36-ÍF og AB-B68. Tveir teir fyrstu eru leygardagin klokkan 15, meðan dysturin á Argjum er sunnudagin klokkan 15.

 

Hvat tippar tú?

NSÍ – HB

KÍ – TB

B36 – ÍF

Víkingur – Skála

AB – B68