Løgmaður setir kíla í oljuhjólið

-Eg haldi tað vera sera óheppið, at løgmaður, sum annars hevur lagt dent, at vit standa saman sum ein maður í oljumálinum, nú áðrenn oljulóggávan er samtykt, koyrir tann dugnaliga formannin í Oljuráðleggingarnevndini frá. Hetta er ikki eitt gott signal til umheimin sigur Marita Petersen, tingkvinna, sum í gjár setti løgmanni munnligan fyrispurning á tingi um, hví hann hevði sett Árna Olafsson frá.


Nú tað hevur verið breið semja millum flest allar tingmenn og somuleiðis landsstýrismenn, at tað er sera umráðandi at føroyingar standa saman og draga eina línu í øllum oljumálinum, hevur løgmaður nú eftir øllum at døma við avgerð síni at koyra Árna Olafsson frá sum formann í Oljuráðlegginging