Løgmaður: Sendið okkum sýrisk flóttarfólk

Løgmaður biður danskar myndugleikar um at senda sýrisk flóttarfólk, ið koma til Danmarkar, víðari til Føroya

- Sum land hava vit skyldu at hjálpa fólki í neyð. Vit eru í einum ríkisfelagsskapi saman, og tí hava vit sum land eina serliga skyldu at lyfta í felag. Tí er tað bara rímiligt, at Føroyar taka lut í flóttarfólkamálinum.


Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við blaðið Jyllands-Posten.

Sambært blaðnum mælir løgmaður til, at Føroyar í longra lagi kunnu taka ímóti umleið 60 flóttarfólkafamiljum – til dømis sýriskum flóttarfólkum, sum tað eru nógv av í Danmark og Europa í løtuni.

Kaj Leo Holm Johannesen nevndi sítt hugskot frá nýggjarársøðuni fyri danska forsætirsráðharranum, Helle Thorning-Schmidt, tá ið tey hittust í januar.

- Hon helt, at tað var tað eitt sera gott hugskot. Og hon segði, at danskir myndugleikar eru til reiðar at hjálpa upp á allar mátar. So nú eru vit í holt við at tosa við danskar myndugleikar um, hvussu vit best kunnu gera tað, sigur løgmaður við Jyllands-Posten.

Tá ið flóttarfólk koma til Danmarkar, verða tey fyrst tryggjað á serligum deplum, og síðani verða tey førd víðari út kring Danmark. Nú leggur løgmaður upp til, at nakrar av hesum familjum kunnu verða sendar til Føroya líka so væl sum til Aarhus ella Aalborg.

Sambært Jyllands-Posten eru grønlendingar ikki so heitir fyri at fáa flóttarfólk til Grønlands, men løgmaður heldur, at flóttarfólk kunnu styrkja føroyska samfelagið.

- Sum útjaðari er ein av størstu uppgávunum at skapa fólkatilflyting, og tí haldi eg eisini, at her eru nakrir góðir møguleikar fyri okkum sum samfelag. Sjálvandi er tað her sum aðrastaðni kjak um, hvørt eitt kristið samfelag kann liva saman við tí muslimska. Men eg haldi grundleggjandi, at tað hevði verið ein vinningur fyri føroyska samfelagið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, við Jyllands-Posten.