Løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil

Álit um samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum er í dag handað løgmanni

Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Nevndin, sum hvørt valskeið skal gera tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk, hevur í dag handað løgmanni álit. 

Samanumtikið mælir nevndin til, at verandi skipan heldur fram á flestu økjum.

Nevndin sigur, at lønartalvan hjá tænastumonnum landsins eigur framvegis at nýtast sum grundarlag undir lønarsamsýningini til løgmann og landsstýrisfólk. Hon sigur, at lønarlagið verður mett at verða hóskandi og eigur tí fyribils ikki at verða broytt og at eftirlønarskipanin verður mett at verða greið og skynsom og eigur tí at halda áfram.

Mælt verður til hesar broytingar:

• Løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil tøkan eftir teimum reglum, sum lagt varð upp til í uppruna uppskotinum til lógarbroytingina í 2015

• øll lønarinntøka skal verða mótroknað í fráfaringarløn, um so er, at fráfaringarløn verður latin fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn 3 mánaðir.

Nevndin sigur, at um tilmælini verða fylgd, mugu neyðugar tillagingar gerast í viðkomandi lóggávu.

Um løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil, krevur hetta eina broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 108 frá 15. september 2015.

Ein møgulig broyting av ásetingini um at mótrokna alla almenna inntøku í fráfaringarlønini krevur eina broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 108 frá 15. september 2015.

Tá lógin varð samtykt í 2015 at koma í gildi eftir næsta løgtingsval – sum var 1. september í 2015, var parturin um ráðharrabil tikin burtur úr lógaruppskotinum. Spurningurin er so, um løgmaður og landsstýrisfólk ynskja sær ráðharrabilar.

 

 

Martin Sylvest/Ritzau Scanpix