– Undir leiðsluni hjá løgmanni er alt trúvirðið hjá politisku skipanini syndrað.
Tað staðfestir Poul Michelsen, formaður í Framsókn.
– Eitt er, at politisku handfaringarnar av stórmálum eru púra burturvið. Eitt annað er, at vit heldur ikki longur kunnu hava álit á, at málsviðgerðirnar í landsstýrinum eru eftir bókini, sigur hann.
Sambært Poul Michelsen má Kári P. Højgaard leggja frá sær orsakað av teirri bæði illgrunaverdu og høpisleysu handfaringini av málinum um Skálafjarðartunnilin. Men tað er ikki nóg mikið, heldur hann.
– Løgmaður má fara sama veg. Føroyar hava ovur stórar avbjóðingar at stríðast við og kunnu ikki liva við tí aktuella politiska ófriðinum. Tann ófriðin eigur løgmaður og ikki bara landsstýrismaðurin, sigur formaðurin í Framsókn, sum heldur fram:
– Á øllum frontum er so stórt kaos: Løgmaður er nú í beinleiðis stríði við føroyska fólkið. Ein løgmaður, sum er í stríði við fólkið, kann ikki loysa tær stóru uppgávurnar, sum samfelagið og politiska skipanin skulu loysa, sigur Poul Michelsen.










