Tað einasta rætta er, at løgmaður leggur frá sær og útskrivar løgtingsval.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, og limur í formansskapinum hjá løgtinginum.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, segði í gjár, at nú stendur tað til løgtingið at gera av, hvat skal henda, nú Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, er komin til ta niðurstøðu, at løgmaður tilvitað, og vil vilja hevur sagt ósatt fyri løgtinginum um sín leiklut í málinum um Eysturoyartunnilin.
Páll á Reynatúgvu staðfestir, at nú er tað ikki longur bara eitt politisk uppáhald, at Løgmaður hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.
- Nú er tað staðfest av einum høgt mettum, óheftum løgfrøðiligum kanningarstjóra, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann vísir á, at tað hevur kostað føroyska samfelagnum 5,5 milliónir krónur at fáa sannleikan fram.
- Løgmaður átti at virt fólkaræðið, so at álitið á skipanina kann endurvinnast, leggur hann afturat
Tí heldur Páll á Reynatúgvu, at tað einasta rætta er at løgmaður leggur frá sær, og útskrivar nýval.
- Hevur løgmaður virðing fyri kanningarúrslitinum, er hetta tað einasta rætta at gera, soleiðis sum støðan er.
Páll á Reynatúgvu sigur, at hetta er tað einasta, sum kann endurskapa álitið á politisku skipanina. Samstundis heldur hann, at løgmaður hevur grundleggjandi brúk fyri at leggja seg sjálvan á vágskálina hjá veljaranum og at endurvinna álitið frá veljarunum aftur.
- Men tað er bara løgmaður sjálvur, ella hinir samgonguflokkarnir, sum kunnu taka tað stigið, leggur Páll á Reynatúgvu afturat.
Hann heldur, at tað sama er galdandi fyri Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann, sum eisini hevur forbrotið seg ímóti lógini tá ið hann fjaldi upplýsingar fyri løgtinginum um, hvussu nógv ein privatur Eysturoyartunnil kostar meiri enn ein almennur tunnil.
Páll á Reynatúgvu er greiður yvir, at eitt summarval kann verða ein avbjóðing. Men sum støðan er, eiga vit at bera skjótt at og fáa luftina reinsaða, heldur hann.