Løgmaður kroystur í egnum flokki

Nú er ósemja innanhýsis í Sambandsflokkinum um koronuhandfaringina.

Tí Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, mælir nú til at seta í gildi skipan við koronupassi, sum løgmaður er hart í móti. Bárður Nielsen hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann fer ikki at býta fólkið sundur í A og B borgarar, har koppsett fólk fáa betri rætt enn ikki koppsett fólk.

 

Sjálvt um heilsumyndugleikar, farsóttnevnd, landslækni, fútin og onnur við hava mælt til tað, so hevur løgmaður ikki viljað broytt støðu.

 

Tað er eisini greitt, at ósemja er í landsstýrinum um koppsetingarpolitikkin hjá landsstýrinum. Summi landsstýrisfólk mæla til koppseting, onnur eru beinleiðis ímóti, so sum Jenis av Rana.

 

Tað argar Kaj Leo Holm Johannesen, at Jenis av Rana gav kopsetingartilgongdini eitt ógvusligt skot fyri bógvin, og við in.fo fríggjadagin segði Kaj Leo Holm Johannesen, at hann var »heilt óalmindiliga skuffaður av Jenisi av Rana«.

 

Men tað tykist løgmaður ikki vera, tí hann vil ikki leggja trýst á tey fáu, sum ikki eru koppsett, um at koppseta seg, tí tey eru í vanda fyri at smitta tey, sum eru koppsett. Hinvegin tosar løgmaður upp í saman um, at koppsett eisini smitta, tó at fakkunnleikin sigur, at tey smitta nógv minni enn tey, sum ikki eru koppsett.

 

Danska stjórnin er púra greið og samd í sínum boðskapi um, at øll skulu lata seg koppseta, og at skipan um koronupass verður sett í gildi.

 

Í morgun skrivar Johan Dahl, løgtingsmaður Sambandsfloksins, á Facebook, hvussu hann heldur, at stýr aftur kann fáast á koronustøðuni, og tað er beint í stríð við boðskapin hjá løgmanni:

 

»Eg hugsi í øllum hesum korona storminum, at tað at fáa stýr aftur a koronustøðuni kann ikki verða so trupult um:

 

1. Fólk vaccinerað seg og tey, sum velja ikki at gera tað, hava ikki somu atkomuligheit til almenn støð, um tey ikki tá kunnu vísa negativa test ella koronupass.

 

2. Myndugleikin skal krevja nýtslu av koronupassi ella negativa test til almenn støð, matstovur, barrir og har nógv fólk savnast.

 

3. Testing eigur at setast í verk aftur við komu til landið .

 

4. Frástøðu og reinførið.«